Topplond, øki og býir
Tín frágreiðing "Stað" vísir, hvaðani í heiminum tíni vitjandi koma. Tú kanst trýsta á knøttin "Smálutir" fyri at síggja allan listan skipaðan eftir talinum av vitjandi. Har sært tú eisini, hvussu nógv prosent av tíni samlaðu ferðslu einstaka staðið stendur fyri. Trýst á eina slíka metriska yvirskrift fyri at sortera og skipa tínar dátur í hækkandi ella minkandi raðfylgju.
Trýst á eitthvørt land fyri at síggja listan yvir øki innan fyri tað landið, haðani tíni vitjandi koma. Trýst á eitthvørt øki fyri at síggja listan yvir býir í tí økinum. Tú kanst eisini brúka fliparnar "Lond", "Øki" og "Býir" ovast í frágreiðingini.